Hava vit tað so trygt í Føroyum, sum vit ganga og halda? Er tað yvirhøvur tryggari her enn úti í heimi? Nei. Føroyar eru einki undantak, tá tað snýr seg um kynsligan harðskap. Tølini vísa, at støðan er líka ring her heima sum úti í heimi. Og hetta skal fram í ljósmála.
Tosa vit opið um sex og samtykki? Duga vit at seta egin mørk? Virða vit mørkini hjá øðrum? Sex krevur samtykki hevur bara eittans endamál – at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Átakið byrjaði í 2016, og síðan tá hevur eitt nýtt átak verið ført fram kring alt landið hvørt ár. Les nærri um undanfarin átøk niðanfyri.
Endamálið við átakinum er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Endamálið við átakinum er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Týdningarmikið er at fáa ung at vera tilvitað um at seta egin mørk og um at virða mørkini hjá øðrum.
Samstundis mugu foreldur og onnur vaksin tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki.
Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, við buss steðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma.
Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verða stuttir lýsingarfilmar at síggja, har ungfólk siga frá.
Tey eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð. Myndirnar kunnu vera stolnar ella tiknar, uttan at persónurin veit av tí, t.d. í einum skiftingarrúmi, ella tað kann vera ein mynd, sum er send og ætlað einum ávísum persóni, men sum endar í skeivum hondum, ella í hevnisøku verður deild uttan samtykki. Sambært løgregluni er hetta eisini ein stórur trupulleiki her í Føroyum.
Samtykki samstarvið byrjaði seinasta summar, við átakinum Sex krevur samtykki. Og nú er so tíð til “Mynd krevur samtykki”, og endamálið er at varpa ljós á, at mynd uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Vit vilja varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Tað eru tað nógv, sum ikki vita, men kanska verri - nógv sum vita og ikki virða. Tað er neyðugt hjá okkum at tosa um talgilda mentan og dannilsi, um rættindi á netinum og um galdandi lógarkarmar. Somuleiðis er ikki minst týdningarmikið at tosa um virðiliga og siðiliga framferð, og hvussu vit fara at yvirfyri hvør øðrum.
Nógv halda, at tað bert er ein ósek mynd á netinum, men um viðkomandi er undir 18 ár og myndin verður deild uttan samtykki, so er talan um barnaporno. Tey flestu kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd.
SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana.
Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verður stuttur lýsingarfilmur at síggja, har ungur maður verður avmyndaður nakin, og vinfólk deila myndina. Vit heita á fólk um at deila lýsingarfilmin, umframt at tora taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum.
Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt varð í fjør í sambandi við Sex krevur samtykki. Vit skjóta átakið í gongd í dag, sama dag sum G! Til ber at hitta umboð fyri “Samtykki Samstarvið” og práta meira um evni.
Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.
Undir heitinum Steðga haturstalu fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna. Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.
Undir heitinum Steðga haturstalu fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna.
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.
Samstarvið byrjaði fyri tveimum árum síðani, við átakinum “Sex krevur samtykki”. Og seinasta summar við átakinum “Mynd krevur samtykki”, og nú kemur átakið “Steðga haturstalu”, endamálið er at varpa ljós á hetta evnið og samstundis eggja fólki til at vera gerandishetjur og steðga haturstalu.
Átakið hjá samstarvinum um SAMTYKKI gevur nøkur boð uppá orð og setningar, sum ung kunnu brúka, tá tey geva samtykki, og taka samtykki aftur.
Undir heitinum “Sex krevur samtykki” fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna.
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.
SAMTYKKI - tað ljóðar gott og rætt, og nú kenna flest ung orðið. Men hvussu gevi eg mítt samtykki, og hvussu taki eg tað aftur? Hetta er afturvendandi spurningar, sum vit ofta hoyra.
Átakið hjá samstarvinum um SAMTYKKI gevur nøkur boð uppá orð og setningar, sum ung kunnu brúka, tá tey geva samtykki, og taka samtykki aftur. Endamálið við ársins plakat er at seta nakrar tankar ígongd, og geva ungum eina kenslu av, at tað er kul at tosa um síni egnu mørk og at mann hevur hug til sex. At tora at siga, hvat einum dámar, og at siga frá, um ein knappliga ikki hevur hug meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.
Sex skjót um samtykki:
1. Samtykki kann bara gevast. Ikki takast!
2. Samtykki kann tó altíð takast aftur!
3. Samtykki krevur vit!
4. Samtykki krevur hug!
5. Samtykki er ítøkiligt. Tað merkir, at JA til A merkir ikki JA til B, og eitt JA nú merkir ikki JA um eina løtu.
6. Sex krevur samtykki!
Samtykki samstarvið er komið fyri at vera. Fyrsta átakið var “Sex krevur samtykki”, næsta átakið “Mynd krevur samtykki”, triðja átakið “Steðga haturstalu” og nú kemur átakið “Sex krevur samtykki” aftur, nú við dømum um, hvussu vit kunnu eggja, hvørjum øðrum at tosa um, hvat vit hava hug til og hvat vit ikki hava hug til.
Endamálið við átøkunum er at varpa ljós á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Á Facebook síðuni “Samtykki” og øðrum talgildum miðlum verður mynd at síggja. Vit heita á fólk um at deila, umframt at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum.
Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt hevur verið undanfarnu árini. Til ber at hitta umboð fyri “Samtykki Samstarvið” og práta meira um evnið.
Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.
Nú er summarið komið, og tað merkir, at vit aftur fara at tosa um sex. Undir heitinum “Gult merkir reytt” fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna. Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum. Saman kalla hesi seg Sex krevur samtykki samstarvið, ella bara SKS-samstarvið, og hetta er nú fimta summar á rað, at skipað verður fyri kampanjum at upplýsa um samtykki.
Reytt merkir nei. Grønt merkir ja. Hvat merkir so gult? Kanska? Bíða? Ókey, meðni?
Nei, GULT MERKIR REYTT! Hetta herróp skal undirstrika, at sex krevur samtykki. Tað er einki, sum eitur kanska, men einans "ja" ella "nei".
Átakið fer í ár serliga at koyra á Instagram og Facebook. Endamálið við ársins átaki er at røkka teimum ungu.
Á Facebook-síðuni “Samtykki” og á Instagram verða myndir og memes at síggja. Vit heita á fólk um at deila uppsløgini. Vit heita á fólk um at tora at taka prátið upp – bæði foreldur, børn og ung sínámillum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.
Seks ár við ”Sex krevur Samtykki”
Hetta verður 6. árið á rað, at Sex krevur samtykki fer av bakkastokki við nýggjum átaki.
Hesaferð snýr tað seg um, at FØROYAR ERU EINKI UNDANTAK, tá tað snýr seg um kynsligan harðskap. Støðan er líka ring her heima sum úti í heimi. Og hetta skal fram í ljósmála.
Átakið fer at koyra á Facebook og Instagram, har boðskapurin verður settur upp við myndum og memes, har mýta verður sett upp ímóti fakta. Í fjør varð kanning gjørd um harðskap og seksuellan ágang. Tølini vísa, hvussu støðan er í Føroyum sammett við restini av Europa. Endamálið við átakinum er at varpa ljós á veruleikan og at minna á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Vit heita á fólk um at deila uppsløgini. Vit heita á fólk um at tora at taka prátið upp – bæði foreldur, børn og ung sínámillum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.
Sjeynda árið á rað við ”Sex krevur Samtykki”
Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku.
Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki. Endamálið við #Samtykki átøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Ársins átak hevur tí fingið heitið ‘Spyr bara - sex krevur Samtykki’
Og hetta verður boðskapur okkara á fleiri av teimum tiltøkum, ið verða fyriskipaði runt landið í summar. Umframt hetta fer átakið at koyra á sosialu miðlunum, har boðskapurin verður settur upp við myndum og “memes”.
Vit heita á fólk um at deila uppsløgini. Samstundis minna vit øll á, at tað er neyðugt at tora at práta saman og seta orð á sína millum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggini #spyrbara og #samtykki.
Samtykki hevur eisini sína egnu heimasíðu www.samtykki.fo. Á síðuni er kunning um samtykki og tilfarið frá undanfarnu árum er tøkt.
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri #Samtykki átakinum.
Samstarvið Samtykki hevur til endamáls at fyribyrgja neyðtøku og kynsligan ágang – og styrkja fatanina av, hvat samtykki er. Samtykki er eitt samstarv millum Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Almannamálaráðið og Føroya politi.