Samtykki er...
...tá ið tit eru samd um, hvat skal henda
Tú skalt hugsa um samtykki, tá tú skalt hava sex. Tú kanst ikki fáa samtykki bara við at fara heim við hinum partinum, tí tit hava mussast ella hava skrivað saman um sex.
Tað ljóðar gott og rætt, og flestu okkara kenna orðið. Men skilja vit samtykki? Hvussu tryggi eg mær, at eg havi samtykki? Hvussu kann eg geva samtykki? Og kann eg taka tað aftur, um eg angri? Spurningurin um samtykki kann tykjast fløkjasligur. Her á síðuni hjálpa vit tær við ivamálum um samtykki og persónlig mørk.

Endamálið við átakinum er at varpa ljós á týdningin av samtykki, og at hjálpa ungum til at tosa um egin mørk og samtykki. At tora at siga – og ikki minst at spyrja – hvar markið gongur. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.

Tosa vit opið um sex og samtykki? Duga vit at seta egin mørk? Virða vit mørkini hjá øðrum? Sex krevur samtykki hevur bara eittans endamál – at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Um tú leggur upp til sex, er tað tín ábyrgd at fáa samtykki fyrst.
Tú kanst staðfesta, um hin hevur samtykt við at eygleiða hennara/hansara kropsmál ella við at spyrja teg fyri.
Kanna eftir, um hin persónurin er í standi til at kunna samtykkja.
Hygg at kropsmáli og andlitsbráum fyri at vita, um hon/hann er við upp á tað.
Fólk, sum hava drukkið rúsdrekka, tikið rúsevni ella sova, eru ikki før fyri at samtykkja.
Spyr, um tey eru OK.
Fólk, sum eru sinnisveik ella hava skaða í høvdinum, eru ikki før fyri at samtykkja.
Steðga, um hin tykist ótrygg/-ur.
Spyr teg fyri, hvørja ferð tú ætlar at hava sex.
Um ein ikki sigur "nei", merkir tað ikki, at hon/hann sigur "ja".
Spyr teg fyri í løtuni, áðrenn tú tekur tað "eitt stig víðari".
Eitt greitt "ja" merkir hinvegin, at hin samtykkir.
